Seinastu tíðindi
Útiskúli í Lamba 16.09.2022
16. september 2022

Í dag vóru vit aftur í Lamba. Lamba og Lamba skúli eru super skúlastovur. Her kunnu vit fara oman í fjøruna, har vit venja balansu og styrkja okkum motoriskt í øllum malagrótinum. Í dag fingu børnini eina uppgávu, tey skuldu heinta minst ein lut, ið var skrell, úr fjøruni, tí í morgin er átakið "Ruddið Føroyar". Vit ætlaðu at børnini skuldu taka lutin við niðan í skúlan, so kundi skrellimaðurin eiga lutin har frá, men onkur lutur er nokk komin heim við í dag :) Ein endi av eini borðplátu, ein flótiboyða og helst okkurt annað fór við bussinum hjá John Sigurd :)

Tá vit komu niðanaftur í skúlan settu børnini seg at eta matpakka. Í meðan gjørdu vit klárt til tvey verkstøð.

Tórhalla, sum er útbúgvin blómubindari, flættaði blómukransar við øllum gentunum og Johnny hevði skorið nakrar træklossar til, so dreingirnir kundu sleppa at gera eitt tindasvín við fleiri seymum.

Síðst vit vóru í Lamba tóku øll hvør sína rabarbu úr rabarbugarðinum hjá Lailu. Sára hevði skorið tær sundur og kókaði tær til rabarbu saft, ið vit koyrdu oman yvir ís. Framúr góður endi á degnum.

Fleiri myndir frá degnum síggjast her.

Gott vikuskifti øll somul.