Tíðindi
4.b sett eplir niður
10.05.2023
Í morgun var 4.b og setti eplir niður.
Hetta er tíðin at fólk seta eplir niður, og tað hevur eisini verið siðvenja í skúlanum við Løkin, at flokkar gera veltur á teigarnar fram við Løkini.
Vit strikaðu fyri, og loystu eini 60 fløg, sum vónandi koma at geva fleirfalda aftur.
Eisini var tíð til at fanga síl í ánni eina løtu. Sílini vóru eitt sindur stygg at fáa fatur í, men sum børnini spent royna at pota undir áarbakkan, kemur ein állur so friðarligur gjøgnum ánna. Tað kom róp í, og løtu seinni var hann í glúpinum.
Állurin fór ein túr í spannina, so fleiri kundu síggja hann. Ein væl eydna løta.
Myndir frá løtuni kunnu síggjast her.
21.11.2025
Jólaroyndin
14.11.2025
Tíðindabræv 14. november 2025
13.11.2025
Søkt verður eftir lærara í tíðaravmarkað fulltíðarstarv vegna barnsburðarfarloyvi
12.11.2025
Terra Dreams og hini í First Lego League fagnaði við Løkin
11.11.2025
Faroese as a second language
09.11.2025