Tíðindi
Gongutúrur Runavík/Saltangará 30. aug 2018
31.08.2018
Hesa ferð gekk túrurin út til marki Runavík/Saltangará. Buss-Pauli koyrdi okkum út til Skúlan við Løkin. Haðani gingu vit niðan á Gerðisveg, har Lýðar og Alek búgva hvørju megin markið. Síðani gingu vit niðan í Smærugøtu, har Haymie býr. At enda tóku vit smølu gøtuna niðan á Leitisveg, har Joan Kristina býr. So fóru vit oman aftur í Skúlan við Løkin. Har ótu vit matpakka og spældu á spæliplássinum har, til vit fóru innaftur á Glyvrar við Jóhan Sigurd.
Aftur hesa ferð var veðri av tí besta og Skt gekk uppá stás.
08.05.2026
Skrivlig próvtøka hjá 9. og 10. flokki
22.04.2026
Barnaútvarpið vitjar Glyvra skúla
17.04.2026
Tíðindabræv 17. apríl 2026
16.04.2026
Varaskúlastjóri settur í fast starv
10.04.2026
Lesibólkur fyri børn saman við vaksnum á bókasavninum við Løkin
09.04.2026