Seinastu tíðindi
SSP-tiltøk fyri næmingar og foreldur
06. mars 2024

SSP-vitjan í Glyvra skúla og í Skúlanum við Løkin

SSP-tiltak í yngstu flokkunum er samrøður við næmingar og felagsforeldrafundur um kvøldið. Mánamorgunin vitjar SSP-ráðgevin næmingarnar í 1. og 2. flokki í Glyvra skúla og mánakvøldið 11. mars kl 19 til 21 verður felags foreldrafundur fyri foreldrini. SSP-ráðgevin tosar um skíggjanýtslu og týdningin av at knýta bond millum foreldur. Fundurin verður í kantinuni í Skúlanum við Løkin.

Mikudagin 13. mars kl 9.40 vitjar SSP-politi í 9. flokkunum, har tosað verður um harðskap og revsiváttan.

Les meir um SSP-samstarvið á ssp.fo