Tíðindi
FØROYAMEISTARAR Í SKÚLATALVI
Í dag var finaludagur í skúlatelving.
Vit hava í vetur havt nógv børn, ið hava luttikið í telving í kvøldskúlanum.
Seks av teimum mannaðu eitt lið til FM í skúlatalvi.
Innleiðandi umfar var á Toftum mitt í mars, har okkara børn greitt vunnu kappingina og komu víðari til finaluumfarið, ið var í dag.
Eisini í dag gekk teimum væl. Tey byrjaðu við at telva móti skálabørnum, har vit vunnu greitt 6-0, síðan varð telvað móti Skúlanum á Fløtum, ið vit vunnu 5-1. Størstu mótstøðuna fingu vit frá frítíðarskúlanum Spírin, har talvið endaði 3-3. Talvið móti børnunum úr Kelduni vunnu vit 6-0.
Undan síðsta umfari var støðan, at okkara børn vóru á odda við tveimum stigum. Í harðari kapping við Spíran og Hoyvík. Um illa vildi til, so kundu vit enda á einum triðja plássi, men tað er altíð lættast at avgera tingini sjálvi.
Við einum 4-2 sigri á Hoyvík høvdu vit tryggjað okkum FM-heitið í skúlatalvi fyri børn í 3. og 4. flokki.
Spírin vann sítt síðsta talv 6-0, so tey andaðu okkum í nakkan líka til tað síðsta.
Endaliga støðan gjørdist tískil
Glyvrar 24 stig
Spírin 23 stig
Hoyvík 20 stig
Keldan 10 stig
Skála 8 stig
Skúlin á Fløtum 5 stig
Hjartaliga til lukku við FM-heitinum!