Tíðindi
Trivnaðarátøk í skúlanum við Løkin
Komandi tvær vikurnar fara vit undir trivnaðarátøk í skúlanum við Løkin. Endamálið við átakinum er sum vera man at bøta um trivnaðin og at koma hvørjum øðrum við. Tí eru vit saman við 10.000 øðrum skúlanæmingum við í átakinum hjá Betri, sum kallast “Skíggjasunn”.
Tilfar um evnið og átakið er at finna á betri.fo/skiggjasunn. Har er eisini tilfar, sum er ætlað foreldrum.
Í skúlanum verða telefonirnar savnaðar saman fyrst á morgni ella til fyrsta tíman hjá næminginum. Telefonnýtsla er als ikki loyvd frá tí, at stigið verður inn í skúlan, til skúladagurin er liðugur.
Avleiðingarnar eru, at telefonirnar verða tiknar og latnar inn á skrivstovuna. Foreldur kunnu so heinta telefonina í skrivstovutíðini, sum er frá kl 8:00 til 15:00. Ella næmingarnir fáa telefonina aftur eftir skúlatíð dagin eftir.
Tað er av størsta týdningi, at vit øll standa saman um at halda skilhaldsreglurnar.