Tíðindi
Søkt verður eftir lærara í tíðaravmarkað fulltíðarstarv vegna barnsburðarfarloyvi
Søkt verður eftir einum lærara í tíðaravmarkað fulltíðarstarv vegna barnsburðarfarloyvi at byrja 05.01.2026 til og við 18.06.2026.
Førleikakrøv
Umsøkjararnir skulu hava læraraútbúgving og mugu hava førleika at undirvísa í:
alisfrøði, landafrøði, lívfrøði og støddfrøði í hádeildini.
Søkt verður eftir lærara, sum:
• undir ábyrgd leiðslunnar taka lut í dagliga arbeiði skúlans
• áhaldandi vilja menna seg sjálvan og skúlan
• duga væl at samstarva og samskifta
• eru fús og hugað fyri toymisarbeiði
• vilja fevna ymiskleikan og styrkja felagsskapin
Lønar- og setanartreytir
Starvið verður sett sum sáttmálasett starv, uttan so, at tann, ið settur verður, er
tænastumannsettur lærari frammanundan. Starvið verður lønt í lønarflokki 18.1 – 29.2
sambært avtalu millum Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið.
Barnaváttan verður kravd í samband við setanina.
Umsóknir
Umsóknir við avriti av prógvum, C.V. og møguligum ummælum skulu vera skúlanum
í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 28. november 2025 kl. 10.00.Umsóknir skulu sendast til rks@skulin.fo
Meira fæst at vita um størvini við at seta seg í samband við Duritu P. Joensen,
skúlastjóra á tlf. 477332 & 217331, ella á t-post : durita.joensen@skulin.fo