Tíðindi

Barnadansur í Hæddini 13. november

10.11.2026

Fríggjakvøldið 13. november frá kl. 19.00 til 20.00 verður skipað fyri føroyskum dansi fyri børn í Hæddini (yvirav Tannlæknastovuni í Saltangará).

Vit kvøða slíkt, sum nógv børn duga: Veturin kom við kulda og kava, Øskudólg og Sópingarkonu, Kall og Svein unga, Nykurs vísu o.a. Tey, ið hava hug, eru vælkomin at bjóða seg fram at skipa.

Í steðginum fáa vit Twix og Sunkist.

Tað er ókeypis, og øll børn eru vælkomin. Vaksin eru hjartaliga vælkomin við.

Eysturoyar Dansifelag (Kári, tlf. 589105)

Fleiri Tíðindi

Vikuætlan yvirlit

Office 365

I-bøkur

Orðabøkur