Tíðindi
Spennandi myndlistaskeið
19.11.2026
Hesa vikuna hava 8.flokkur og listabreytin í 10.flokki verið á skeiði í myndlist.
Tað er Helga Djurhuus, listakvinna, sum hevur staðið fyri myndlistaskeiðnum. Skeiðið er partur av listaleypinum.
Og tað er einastandandi, sum næmingarnir hava fingið nógv burturúr. So hvørt, sum listaverkini eru liðug, verða tey hongd upp á gongini í skúlanum við Løkin.