Seinastu boð
Broytingar í árliga skúladagatalinum hjá næmingunum
18. august 2019

Broytingar skúlaárið 2019/2020

 

Nakrar broytingar eru gjørdar í fólkaskúlalógini til skúlaárið 2019/2020. Ein av størru broytingunum er, at árliga skúladagatalið hjá næmingunum verður lækkað úr 198 skúladøgum til 193 skúladagar, meðan skúladagatalið hjá lærarum verður óbroytt. Hesar 5 dagar, har næmingarnir ikki eru í skúla, skulu leiðsla og lærarar nýta til fakliga- og námsfrøðiliga menning og til at fyrireika næsta skúlaár.

 

Onnur broyting er, at leiðslan hevur fingið heimild til at umskipa tveir undirvísingartímar um vikuna í hvørjum flokki frá 1. til 9. fl. til menningarátøk. T.d. at menna sang og tónleik og aðrar lærugreinir innan handaverk og list, vallærugreinaskipan og at seta inn í flokkum við øktum læraratímum.

 

Aftur at hesum er nú felt í lógina, at morgunsangur eigur vera partur av vanliga skúladegnum. Vit hava ta siðvenju, at vit syngja morgunsang hvønn morgun, so hetta broytir ikki stórvegis hjá okkum.

 

Viðfest eru skrivini frá Mentamálaráðnum, har hesar broytingar og fyriskipanir verða lýstar og nágreinaðar.

 

Vegna leiðsluna Durita

 

Rundskriv um árliga skúladagatalið.pdf

Tíma- og lærugreinabýtið 2019.pdf

Broytt rundskriv um frítíðir og frídagar í skúlaárinum 2019-20.pdf