Seinastu tíðindi
  • Eitt egg er brostið fyri nev
  • 12 tímar gamal
  • Nýliga útkomin
  • Vakthund hava teir eisini
  • Á veg í karantenu á Skála
  • Teir standa longu model
  • À telduskeið
Pipput tíðindi
17. mars 2020

Grækarismessumorgun blivu vit heilsaði so vakurt “góðan morgun” av einum páskagulum høsnarunga. Endiliga høvdu eggini ligið í klekjumaskinuni í tríggjar vikur, og fyrsti ungin vísti seg. Flest allir næmingar á skúlanum fingu nokk heilsað uppá okkara nýggjasta lim í skúlafamiljuni, og vit høvdu eisini vónir um, at fleiri slíkir brutu út úr eggunum skjótt, so vit eisini kundu heilsa uppá teir. Eftir skúlatíð hósdagin, á grækarismessu, komu fleiri ungar, tríggir. Fríggjamorgunin vóru longu 7 ungar komnir út, og til alla lukku teljast teir nú 10. Sum vit onnur eru teir eisini farnir í karantenu, nakrir eru í Saltangará og aðrir á Skála. 

Skjótt gongur, og longu 12 tímar gamlir bar til at síggja spor av fjaðrum á veingjunum. Nú, eina lítla viku seinni, er stórur partur av veingjunum fjaðrar heldur enn dún. Fittir eru teir, kvikir og rættiliga mjúkir enn. Teir sleppa kanska meir enn høsnarungar flest, og í kvøld halda teir seg vera á telduskeiði.