Seinastu tíðindi
  • Lærugrein: smíð
  • Hugagóður og arbeiðssamur
  • ùti er gott at arbeiða
  • Liðugt
  • Neyðugt at hava møguleika at taka bakkan út, tá reinsast skal
  • Vanar við hund og hann ger teimum heldur onki tá tær sleppa leysar
  • So eru búri sett upp á pláss
  • Allir vilja eta og drekka í senn
Vikuskiftisheilsan
21. mars 2020

Nú hava vit ikki verið í skúla í eina viku og fleiri hava mestsum mist dagaskil kanska. Hetta er bæði annarleiðis og undarligt, men eisini neyðugt, at vera heima.

Høsnarungarnir vaksa alsamt, fáa fleiri fjaðrar og byrja at hoppa úr búrinum. So nú høvdu teir brúk fyri enn størri plássi, bæði í areal og í hædd. Tá ikki ber til at heita á fólk í smíðstovuni, nú alt er stilt á skúlanum, settu vit smíð á heimaundirvísingina her. Vit hava saga, pussa og smíða. Nú er nýggja búri komið í brúk. Vit eru væl nøgd og teir ikki minni nøgdir. 

Vónandi taka tit av møguleikanum at brúka nakað av tíð úti í góðveðrinum hesa tíðina. Høsnarungarnir hava eisini verið úti ein túr í grasinum, tað dámdi teimum heilt væl. Úti heilsaðu teir upp á vaksnar hønur. Høsnarungarnir vóru forvitnir, men vaksnu hønurnar tímdu ikki ungarnar, so tær sluppu sær skjótt avstað aftur. Eisini var gott at koma inn aftur undir hitalampuna. Enn hava teir brúk fyri hitalampu í eina tíð, tá ongin hønumamma er at verma teir.

Í dag fóru okkara vaksnu skúlahønur ein túr niðan til apotekið, kanska tær fóru at leita eftir næmingum, ilt at siga. Dan fór so at tosa pent við tær, greiddu teimum frá støðuni og bað tær eisini halda seg heima, í kvekkinum.