Tíðindi
Tíðindabræv 13. november 2020
Her er eitt stutt tíðindabræv hjá Niðristovu.
Vit hava gjørt ein pappírsbý. Har eru nógv hús við nógvum fólkum í. Vit hava gjørt eina langa, góða søgu, sum gongur fyri seg í býnum. Har er ein úlvur í, og ein risi, sum traðkaði á eitt lítið hús. Har kom ein maður og bardist við úlvin. Hann hevði eitt svørð. Har vóru fleiri menn, sum høvdu knívar, og teir hoppaðu á risan. Ein fittur úlvur fór til eitt frukttræ, og tey kastaðu fruktir úr gandatrænum eftir risanum, og risin bleiv minni og minni. Og fólkini hildu eina veitslu. Søgan er nógv longri enn hatta, og vit fara at fáa hana heim við onkuntíð.
Vit hava eitt lilla pappír hangandi uppi, sum vit skriva navnið hjá okkum á. So kunnu vit fortelja ella vísa okkurt fyri børnunum, sum eru her. Børnini lurta, rætta fingurin upp og seta spurningar, tá ið hin er klárur.
Vit hava ofta lisið bøkur. Vit hava lisið um Mumi, um Gruffalo, Glitrandi fiskin, um hestin og Lítlu Sól, Lítla skrímsl og Stóra skrímsl, søguna "Skrímslið, lítla systir mín," har Eivør las og sang, og aðrar søgur. Vit hava hoyrt sangin um krabban og krákuna, um kettuna, sum dansar tango, um kettuna, sum liggur í durinum deyð, "Heystið, tað er júst nú komið," "We’ll meet again," "Ganga, ganga," um gentuna, sum fylti fýra ár og fekk eina bamsu og nógvar aðrar sangir.
Vit hava fingið nakrar gráar og grønar kompostspannir, sum standa inni, og ein stóran kompostkassa, sum stendur uttanfyri. Vit koyra mat í har. Gamlan mat, bananskal, gamla frukt, kakur, sum eru spiltar, fræhylkini av súreplum. Tað blívur til mold. Tað tekur langa tíð. Kanska eitt ár ella meir. Vit kalla tað sankutøð.
Bestu heilsanir,
Børnini í Niðristovu