Tíðindi
Landsroyndin verður 14. - 17. apríl
Royndirnar vera í flokshølunum hjá 4. og 6. flokki. Næmingar í 4. flokki mugu sita klárir kl 8.00, tí royndin byrjar kl 8.15. Royndin hjá 6. flokki byrjar kl 10.00 og mugu næmingar tí sita klárir kl 9.50.
Tað er vanlig skúlagongd bæði áðrenn og aftaná landsroyndina.
Leiðreglur í samband við landsroynd:
Internetið er í høvuðsheitum opið til royndarhaldið, og allir hjálpimiðlar eru loyvdir. Hetta merkir, at næmingurin kann reika frítt á internetinum og kann hava lærubøkur, uppgávur og annað tilfar við til royndarhaldið. Nýtir næmingurin IntoWords, so er tað eisini loyvt.
Næmingurin hevur ikki loyvi at brúka lummaroknara í støddfrøði. Tað er ikki loyvt at brúka lummaroknara á telduni/netinum. Heldur ikki er loyvt at nýta avritingarforrit t.d. (Photomath) til loysn av uppgávum í støddfrøði.
Næmingurin hevur loyvi til at samskifta við umsjónarfólkini/vaktirnar í royndarhølinum. Alt annað samskifti er ikki loyvt.
Allar uppgávur verða loystar í WiseFlow
Mælt verður til, at næmingar og lærarar brúkar dagførdan kaga til Wiseflow.
Próvstovan mælir til at brúka Chrome, Firefox ella Safari kaga.
