Seinastu tíðindi
Tíðindabræv 9. desember 2016
09. desember 2016

Í dag hava vit spælt gentur eftir dreingjum. Fyrst eru tað genturnar, ið fanga dreingirnar, og so eiga dreingirnir at renna eftir gentunum. Mann verður koyrdur í eitt fongsul, og tað er ikki loyvt at rýma úr fongslinum.

Vit hava ein jólakalendara í forskúlanum, og hann hava vit havt í níggju dagar. Jólakalendarin er eitt jólatræ. Ein vættur hevur gjørt jólatræið. Vætturin skrivar á eitt pappír og koyrir tað í kalendaran. Vit hava leitað eftir gávum. Fyrsta dagin fingu vit endurskyn. Ein dagin vóru vit í Glyvra kirkju. Ein dagin hevði vætturin bakað piparnøtur, sum vit fingu, og ein dagin fingu vit terningar. Terningarnir eru bleytir og larma ikki, tá ið mann ringlar við teimum. Í dag hava vit leitað eftir myndum í øllum skúlanum. Vit høvdu eitt pappír, og mann kundi leita allastaðni á gongini og í trappunum. Vit skuldu ikki fara inn í hinar skúlastovurnar, men annars vóru vit um allan skúlan.

Fleiri hava telvað nógv í seinastuni. Vit hava lært sangin um Mariu og Jesus. Hann eitur Fittu dýrini. Vit hava sungið Sleðurokk og Eg standi tíni krubbu hjá. Vit hava teknað nógv, og vit hava klipt stjørnur og hongt tær upp. Vit hava gjørt nógv ymiskt jólapynt.

Tað vera skjótt jól, og jólamaðurin fer at koma. Tað eru bara fimtan dagar, til tað eru jól.

Vit hugdu eftir sjónleiki í Løkshøll í gjár. Triði flokkur spældi sjónleik, og tey gingu eisini Lucia og vístu ein nissudans. Okkum dámdi tað væl, og tey dugdu ordiliga væl at minnast alt.

Bestu heilsanir,

Børnini í Niðristovu