Seinastu tíðindi
Árliga lesiátakið við Løkin
16. februar 2024

Árliga lesiátakið byrjar mánadagin. Øll lesa í 15 minuttir (ella longur) hvønn dag næstu tvær vikurnar.
Hesa ferð er  eisini vinalesing á skránni. Tá ið vit hava lisið í 7 -8 minuttir, steðga øll og lesa upp úr sínari bók í ein minutt fyri einum lesivini. Síðan bíta tey um. Aftan lesa vit í frílesibókini, til tíðin er farin.

Vónandi taka tit undir við hesum og tosa við børnini um tað, tey lesa.

Endamálið er, at børnini duga betur at lesa og lesigleði.