Seinastu tíðindi
Tíðindabræv 29. september 2017
28. september 2017

Hetta er fyrsta tíðindabrævið hjá Brúnni hetta forskúlaárið. Børnini í Niðristovu skriva brævið hesa ferð:

Meðan vit hava gingið í forskúla, hava vit hoyrt søguna um ta risastóru peruna. Beint nú hoyra vit søguna um tað flúgvandi teppið og Hodja. Bókin eitur Hodja úr Pjort. Áðrenn tað hoyrdu vit um Klintrimús. Hon var stuttlig, og okkum dámdi hana væl. Onkur eigur eisini Klintrimúsbókina heima.

Vit hava spælt við bilar, koppastell, lisið bøkur sjálv, verið á bókasavninum, teknað, telvað, og vit hava verið uppi á hjá 1., 2. og 3. flokkunum og sungið í sangløtuni hjá teimum.

Vit hava lært nógvar sangir í forskúlanum: Bóndin eigur lítlan hund, Tangokettan, Hey, god dag, hello, guten tag, Høvd, akslar, knø og tær, Tíggju indianarabørn, Høvd og akslar, baby, Tá eg havi hug, Heystið, tað er júst nú komið, Sasha, Sasha, Kráka sigur við krabba, ein nýggjan sang, sum eitur Mánin telur stjørnurnar, og fleiri aðrar sangir. Vit syngja og dansa hvønn dag í forskúlanum. Í dag dansaðu vit føroyskan dans og hoyrdu um Kall og Svein unga.

Sasha, Sasha er ein russiskur dansur, har mann peikar eftir hvørjum øðrum, klappar í hendurnar á hvørjum øðrum og dansar runt.

Glæma kom við einari mynd av eini gentu úr Senegal í Afrika. Gentan eitur Seynabou, og Glæma og tey hjálpa henni við at kunna ganga í skúla, har sum hon býr í Afrika.

Henrietta hevur havt eina kanin við í skúla. Kaninin eitur Bella. Anna Elisabeth hevði hundarnar hjá sær við í skúla. Teir eita Hugo og Pasja. Nógv hava havt ymiskt við at vísa. M.a. ein tikara, nøkur seyðahorn, Buzz Lightyear, sár, tey hava fingið, ein sólhatt, ein asna úr Palla Pumm, eina leikutoysleyvu, og Silja hevði eina søgu við, sum hon sjálv hevði skrivað.

Vit seta sjálv vatn, mjólk, frukt og koppar á borðið, og taka alt av borðinum aftur, tá ið vit hava etið. Tá fara vit út at spæla. Røklarnir vaska borðini og seta í uppvaskimaskinuna. Vit skiftast um at vera røklar. Hesa vikuna vóru Joan Kristina og Lukas røklar.

Ein dagin gjørdu vit øll hvør sína eplafellu. Vit ætlaðu at fanga maðkar, eiturkoppar, sniglar og smákykt í eplafellunum. Vit fangaðu ymisk dýr, men í onkrum eplum vóru eingi dýr í.

Úti í skúlagarðinum hava vit hoppað band, gingið á stúltum, súkklað, rutsjað og sovorðið. Vit hava reiggjað. Í fimleikarhøllini hava vit bóltað rút, traðkað á bløð og trø, kastað bóltar, klintrað í rimunum, spælt speglapikk, hoppað og runnið.

Vit hava tað stuttligt.

Kærar heilsanir,

Børnini í Niðristovu