Seinastu tíðindi
Helgi Dam Ziska vitjaði á Glyvrum
06. mars 2024

Mikudagin 6. mars vitjaði Helgi Dam Ziska, stórmeistari, tey, ið hava gingið til telving fyri børn á Glyvrum í vetur.

Fyrst greiddi Helgi frá um sítt talvlív; hvar hann hevur verið og telvað, og at hann hevur telvað ímóti fleiri fyrrverandi heimsmeistarum, m.ø. Anatoly Karpov. Helgi kom eisini við nøkrum góðum ráðum um, hvussu vit byrja eitt talv á bestan hátt.

Síðani telvaðu 30 børn ímóti Helga í einum sonevndum fjøltalvi, og har vóru fleiri spennandi talv. Vit takka honum fyri, at hann gav sær stundir at koma at vitja okkum.