Seinastu tíðindi
Lærararnir í komandi 1.a og 1.b vitjaðu
20. juni 2018

Lærararnir hjá komandi 1.a og 1.b eru settir, og teir vitjaðu okkum í dag.

Í 1.a (núverandi Niðristovu) eita lærararnir Miriam Rasmussen, ið verður flokslærari og fer at hava flokkin í føroyskum, og Annika Djurhuus, ið fer at hava flokkin í støddfrøði.

Í 1.b (núverandi Uppistovu) eita lærararnir Sólva Poulsen, ið verður flokslærari og fer at hava flokkin í støddfrøði, og Joan Jacobsen, ið fer at hava flokkin í føroyskum.

Lærararnir gleða seg til at taka ímóti børnum tykkara aftaná summarsteðgin.

Í dag hava vit havt djóra- og hjóldag í Glyvra skúla, so her eru myndir av komandi lærarum, hjólum og djórum hvørt um annað.

Bestu heilsanir,

Starvsfólkini á Brúnni