Góðu foreldur og avvarðandi.

 

Frá týsdegnum 6. apríl og tvær vikur fram er rokni- og lesiskeið á skránni í Glyvra skúla.

Hesar báðar vikurnar fara vit at hugsavna okkum um rokning, lesing og skriving. Skeiðið er eftir hondini blivin fastur táttur hjá okkum, og vísir tað seg, at næmingarnir fáa væl burtur úr hesum døgunum.

Vanliga tímatalvan hjá okkum verður sett á pausu hesar dagarnar. Tað vil siga, at vit bara hava føroyskt og rokning á skránni.

Fyri at tað skal bera okkum til at arbeiða í smáum bólkum í frið og náðum, hava vit skipað dagarnar eftir eini serligari tímatalvu. Tað hevur við sær, at onkur onkuntíð er fyrr liðugur, hetta havi eg kunnað frítíðarskúlan um.

Broyttu tímatalvurnar hjá flokkunum verða lagdar út á heimasetningin/síðuna

Eru spurningar um rokni – og lesiskeiðið, eru tit vælkomin at venda tykkum til mín á 237133.

 

Vinaliga Hans Michael í Mittúni, varaskúlastjóri