Vinarbólkar
Í mars eiga hesi at hava vinarbólk: Ragnar, Sofía, Rene og Torvaldur
Tey, sum áttu at hava vinarbólk í november og januar, mars og ikki hava havt hann enn, eiga at fáa hann avgreiddan skjótt.
Tey, sum áttu at hava vinarbólk í november og januar, mars og ikki hava havt hann enn, eiga at fáa hann avgreiddan skjótt.
3/3
Hey tit!
Í løtuni læra vit okkum fyrsta ørindi av tjóðsanginum Tú alfagra land mítt.
Tit kunnu síggja tekst og upptøku her:
https://www.youtube.com/watch?v=vPaAkW0siZg
https://www.youtube.com/watch?v=oWXElKxnkV8
1. Tú alfagra land mítt, mín dýrasta ogn!
á vetri so randhvítt, á sumri við logn,
tú tekur meg at tær so tætt í tín favn.
Tit oyggjar so mætar, Guð signi tað navn, s
um menn tykkum góvu, tá teir tykkum sóu.
Ja, Guð signi Føroyar, mítt land!
2. Hin roðin, sum skínur á sumri í líð,
hin ódnin, sum týnir mangt lív vetrartíð,
og myrkrið, sum fjalir mær bjartasta mál,
og ljósið, sum spælir mær sigur í sál:
alt streingir, ið tóna, sum vága og vóna,
at eg verji Føroyar, mítt land.
3. Eg nígi tí niður í bøn til tín, Guð:
Hin heilagi friður mær falli í lut!
Lat sál mína tváa sær í tíni dýrd!
So torir hon vága – av Gudi væl skírd –
at bera tað merkið, sum eyðkennir verkið,
ið varðveitir Føroyar, mítt land!
Í viku 8, 22.febr., fara vit undir árliga rokniátakið á Glyvrum, og átakið heldur fram til og við 5. mars í viku 9.
Átakið verður skipað soleiðis: Næmingarnir rokna í 20 min. hvønn dag. Fyrstu vikuna rokna vit í 1. tíma og næstu vikuna í 3. tíma.
Endamálið við átakinum er at styrkja fakligu førleikarnar hjá næmingunum og harvið stimbra um hugin til støddfrøðina.
Í hesum sambandi fáa næmingarnir høvi til at fortelja eina roknisøgu í morgunsanginum týs- og hósdagar. Endamálið er at varpa ljós á samanhangin millum bókligu støddfrøðina og støddfrøðina í gerandisdegnum.
Brynhild, tlf. 279929
Johnny, tlf. 229624
Góðu foreldur og avvarðandi
Nú korona aftur er farið at gera um seg, fara vit at minna á nøkur av tilmælunum, eitt nú
· At halda reinføri og fjarstøðu
· At halda seg heima, um ein kennir seg at vera sjúkan
· At pota seg, um minsti mistanki er um smittu/sjúku
· At vera serliga ansin um tit koma í samband við lesandi ella ferðandi úr útlondum.
· At virða almennu tilmælini um tit hava verið uttanlands.
Vegna skúlan leiðslan
31/8-20
Góðu foreldur!
So er blágrøna-lesimappan aftur í taskuni. Mappan skal úr taskuni, og í aftur, tá bøkurnar eru lisnar ella tá boð eru um tað í heimasetninginum.
Hugsanin er, at næmingarnir nú í 2. flokki brúka tilsamans uml. 10 minuttir til lesing um dagin. Um onkur heldur tað er nógv, ber til at lesa tvær ferðir t.d 5 min. hvørja ferð. Einans við at lesa gerst tú ein tryggur og góður lesari.
Teir 10 min. eru íroknað tað, sum tey lesa í Finku og í lesimappuni. Lesast skal hart fyri einum vaksnum, tí annars er eingin at hjálpa og vegleiða við tí, ið er trupult í lesingini hjá barninum.
Nøkur lesa væl og skótt, tað sum er at lesa í Finku, og hava tí meiri tíð at lesa í lesimappuni. Onnur hava brúk fyri meiri tíð í lesibókini, og tí verður lesitíðin í lesimappuni ikki so long. Hetta er eisini ílagið:)
Um bøkurnar í lesimappuni eru ov lættar ella ov torførar, so er bara at siga til.
Vh
Brynhild
G.G! Næmingarnir eru sjálvsagt vælkomnir at lesa meiri enn hesar 10 min. um tey ynskja tað!
Í foreldraráðnum sita:
Teresa Joensen (mamma Villiam)
Petur Hansen (pápi Sofíu)
Bárður Højgaard (pápi Simonu)
Ynskiligt er, at foreldraráðið skipar fyri uml. tveimum tiltøkum árliga, men sjálvsagt við góðum stuðli frá øðrum foreldrum:)