Heimasetningur
Skrivligu royndirnar
Góð ráð í sambandi við skrivligu royndirnar hjá 8. flokki,
Karmar til skrivligu roynd hjá 8.docx
Pensum í enskum 2025
- Pensum 8.pdf (94,1 KB)
Synopsa tómt blað
- Synopsa tómt blað.doc (57 KB)

Her er skráin fyri skrivligu royndinar. Royndin verður inni í flokshølinum hjá 8.a
GG! Minnist til øll amboð, so sum oyralurt og amboð til rokning.
Vika 21
Gerið ein samandrátt av skaldsøguni Barsakh. (Hvat snýr søgan seg um? Hvørjir eru høvuðspersónarnir og hvørji eyðkennir hava tey? Hvussu endar søgan? Hvat dámdi tær við søguni og hvat dámdi tær ikki við søguni.) Uml. 300 orð. Yvirskrift: Barsakh
Skrift: Times New Roman
Stødd: 12
Millumglopp: 1,5
Minnist til amboðini so sum oyralurt, mállærubøkur o.a.
Minnist til amboðini so sum oyralurt, mállærubøkur o.a.
Kunning
Várið er komið og við várinum kemur eisini árliga várveitslan, sum
næmingarnir síggja fram til.
Várveitslan er veitslan, sum skúlin skipar fyri á hvørjum ári fyri næmingar í
framhaldsdeildini. Tað er 10. flokkur saman við flokslærarunum, sum eru
høvuðsfyriskiparar og standa fyri. Viðurskiftini rundan um veitsluna eru sera
væl skipað, og lærarar eru alla tíðina til staðar. Veitslan er bæði royk- og rúsfrí.
Løkshøll er karmur um várveitsluna, sum plagar at vera sera hugnalig.
10. flokkur velur tema fyri kvøldið, og vanliga eru allir næmingar eisini í fínasta
stási til høvið. Kvøldið byrjar við myndatøku av vakurt pyntaðu ungfólkunum,
og síðani verður borðhald við døgurða. Næmingarnir sita saman við flokki
sínum við long borð. Undir borðhaldinum skipar 10. flokkur fyri ymiskum
undirhaldi og tónleikainnsløgum. Aftaná borðhaldið verður dansur og hugni.
Í ár verður várveitslan hóskvøldið 8.mai. Veitslan byrjar kl. 18 og endar kl.
23.30. Bussar verða bílagdir at koyra næmingarnar heim, tá ið veitslan er liðug.
Veitslan kostar 200 kr., og við prísinum matur og ein sodavatn. Til ber at keypa
meir sodavatn í veitsluni.
Vit gleða okkum til eitt hugnaligt kvøld.
Fríggjadagurin 9. mars er vanligur skúladagur.
Runavíkar kommunuskúli

Lús er staðfest í hádeildini á RKS. Vinarliga kembið væl heima!
Góðu foreldur
Hósdagin 1. mai eru øll starvsfólk skúlans knýtt at øðrum virksemi seinnapartin.
Skúlagongdin endar tískil kl. 11.30 hendan dagin.
Avtala er gjørd við frítíðarskúlan um 2. flokk og bussarnir hava fingið boð um, nær skúlagongdin endar.
Vinarliga,
Leiðslan

Í morgin, fríggjadagin 7. mars, eta vit felags morgunmat.
Í morgin er ætlanin at fara at skoyta í Klaksvík. Vit hava skoytibreytina frá kl 10-11, og kl 11.30 fara vit í Amarant at keypa okkurt at eta. Næmingarnir skulu møta kl 8.00 og hava vanliga undirvísing 1. og 2. tíma. Vit eru liðug í Klaksvík kl 13, og tá er skúladagurin liðugur, altso skulu næmingarnir ikki í skúla aftaná. Bygdaleiðir koyrir úr Klaksvík kl 13.05, so tey, ið ikki hava annan fart heim kunnu fara við bussinum til hús.
Veðrið sær ivasamt út, tí kunnu vit risikera, at skoytibanin ikki letur upp í morgin. Um so verður, hava næmingarnir vanligan undirvísingardag, og vit gera ein annan túr ein annan dag.
At hava við: Skúlatasku, 40 kr til skoytibreytina og 100-150 kr til okkurt til matna. Tað er eisini í lagi at hava matpakka við, um onkur heldur vil tað. Regnklæðir/kavaklæðir og/ella skiftiklæðir. Pengar til bussin, um tað er farturin heim.
Mær manglar ein bil at koyra til Klaksvíkar í morgin kl 9.30. Vinaliga sigi mær frá sum skjótast, um onkur fær koyrt.

27. januar fara 8.a og 8.b at vitja Ráðið fyri Ferðslutrygd. Hetta plagar at vera ein sera spennandi og læruríkur dagur.
Næmingarnir møta kl. 8.30 á skúlanum, og hava matpakka við.
Vit koyra við bussi, og tí er neyðugt at møta stundisliga.
-----
Skrá fyri ferðsludagar 2025
09.30 Vælkomin!
09.35 Ferðslan í Føroyum – Koyrilærari
10.10 Arbeiðsdagur í ferðsluni – Løgreglan
10.40 Steðgur (næmingarnir fáa jogurt)
10.55 Ferðsluvanlukkur – Ambulansutænastan
11.30 Matpakkar og MBM-kakaomjólk
12.00 Vit grunda, kjakast og taka støðu
12.50 Steðgur
13.00 Tá vanlukkan rakar – frásøgn frá veruleikanum
13.30 Steðgur
13.40 Rúsdrekkabrillur
14.00 Eftirmeting
14.30 Farvæl – ansið eftir hvør øðrum!
Lús er staðfest á skúlanum. Kembið børnunum.
VIT BJÓÐA FORELDRUM AT NÆMINGUM Í 8.A, 8.B OG 8.C Á FELAGS FORELDRAFUND MÁNAKVØLDIÐ 25. NOV 2024 KL. 19.00-21.00. EVNIÐ ER FORELDRAFORUM UM GÓÐA UNGDÓMSLÍVIÐ.
- Innbjóðing 8.flokkur nov 24.pdf (337 KB)
Í enskum ber til at finna lesibókina og uppgávubókina inni á ibok.nam.fo.
Næmingarnir skulu einans logga seg inn við skúla-unilogin.
Í donskum brúka vit eisini heimasíðuna:
dansk.gyldendal.dk
Tey skulu logga seg inn á heimasíðuna við sínum skúla-loggin.