Felagsforeldrafundurin 05.10.2021
Hetta er nakað av tí, vit tosaðu um á fundinum í kvøld:
Foreldraumboð:
- Guðna, mamma Katarinu
- Anna, mamma Kristinu J.
- Annika, mamma Elias
Vit hava fingið Gunnleyg, ið er psykoterapeutur og arbeiður á skúlanum, at hava samrøður við næmingar ið hava tørv á hesum. Hetta verður gjørt í samráð við foreldur. Hevur tykkara barn tørv á hesum, so kunnu tit venda tykkum til mín.
Næmingarnir hava vunnið sær pening við at arbeiða hjá Borg, og tosað var um hvat teir skulu nýtast til. Nakað av pengingi er nýtt til hugnakvøld.
Eisini tosaðu vit um telefonreglar og at tað ikki er loyvið at fara út at keypa í skúlatíð.
- Marita