Reglur

  • Næmingar skulu møta 10 min., áðrenn royndin byrjar
  • Friður skal vera inni í royndarhølinum
  • Næmingar skulu ikki samskifta sínámillum í royndarhølinum
  • Tað er ikki loyvt at hava internetsamband
  • Tað er ikki loyvt at spæla spøl, hyggja at filmi, brúka tekniforrit og lurta eftir tónleiki á telduni
  • Tað er ikki loyvt hava fartelefonir, I-pod, oyrasniglar og líknandi við til roynd
  • Næmingar skulu hava loyvi frá lærara, um teir skulu reisa seg upp, t. d. at fara á WC og prenta út
  • Næmingar kunnu hava egna teldu við
  • Microsoft Office ella Libre Office skal vera á telduni. Libre Office kann heintast ókeypis á internetinum. Eisini skal Foxit reader brúkast til at opna PDF skjøl við. Libre Office og Foxit reader finnast undir "Góð forrit" í vinstru síðu.
  • Høvd til stílskriving skal vera á telduni. Tað kann heintast á www.snar.fo/progv.
  • Í framseting og greiðslurokning kunnu næmingar fara, tá ið tveir tímar eru farnir
  • Næmingar skulu fara til hús, tá ið teir eru lidnir, tó kunnu næmingar úr Oyndarfirði, Hellurnar, Funningsfirði og Elduvík bíða til bussurin koyrir
  • Um næmingur ikki heldur seg til galdandi reglur, verður hann burturvístur, og heimið verður kunnað um hetta