Tíðindi
Varaskúlastjóri settur í fast starv
12.12.2024
Setanarnevndin hevur sett Jóhan T. Lervig í fast starv sum varaskúlastjóri í Runavíkar kommunuskúla.
Jóhan er 44 ár, klaksvíkingur, búsitandi í Hoyvík. Hann er útbúgvin lærari, hevur uppstigað læraraútbúgvingina til batchelor á Fróðskaparsetri Føroya og hevur staðið “Organisatiónsmentan, strategisk leiðsla og broytingarleiðsla” somuleiðis á Fróðskaparsetri Føroya.
Jóhan hevur starvast í Argja skúla/Skúlanum á Argjahamri síðani 2006, men hevur seinasta hálva árið verið í farloyvsstarvi sum varaskúlastjóri í Runavíkar kommunuskúla.
Vit ynskja honum vælkomnum og blíðan byr.
31.01.2025
Jórun Vedelsbøl byrjar sum varaskúlastjóri
31.01.2025
Skrivlig Várroynd hjá 9.-10. flokki verður 4. - 7. februar
21.01.2025
Kunning um frítíðarskúla í vetrarfrítíðini
17.01.2025
Innskriving í forskúlan verður 23. januar
15.01.2025
Hjálp vit hava lús!
09.01.2025