Tíðindi
Tíðaravmarkað starv sum varaskúlastjóri leyst at søkja
20.12.2024
Søkt verður eftir varaskúlastjóra í tíðaravmarkað starv at byrja skjótast til ber og til 20.06.2025.
Søkt verður eftir varaskúlastjóra, sum undir ábyrgd og í samstarvi við skúlastjóran og leiðslutoymið annars skal taka lut í og hava ábyrgd fyri teirri fyrisitingarligu og námsfrøðiligu leiðsluni av virksemi skúlans. Harumframt skal varaskúlastjórin standa á odda fyri fakligari og námsfrøðiligari menning á skúlanum og saman við leiðslutoyminum átaka sær fyrisitingarliga ábyrgd.
Lesið meira um starvið her: Lýsing eftir varaskúlastjóra januar 2025.pdf
Freistin at søkja er 3. januar 2025 kl. 12.00.