Tíðindi
Varaskúlastjórastarv leyst at søkja
Søkt verður eftir varaskúlastjóra í fast starv at byrja 1. august 2026
Søkt verður eftir varaskúlastjóra, sum
- undir ábyrgd og í samstarvi við skúlastjóran og leiðslutoymið annars taka lut í fyrisitingarligu og námsfrøðiligu leiðsluni av virksemi skúlans
- dugir at samstarva og er fyrikomandi
- er fúsur at taka á seg uppgávur í samstarvi við og eftir fyriskipan skúlastjórans
Harumframt skal varaskúlastjórin
- standa á odda fyri fakligari og námsfrøðiligari menning á skúlanum
- saman við leiðslutoyminum átaka sær fyrisitingarliga ábyrgd
- saman við leiðslutoyminum skapa virðing fyri skúlanum og umstøður hjá tí einstaka fyri samávirkan og samábyrgd
Førleikakrøv
Umsøkjarar skulu hava læraraútbúgving og starvsroyndir í fólkaskúlanum. Tað kann vera fyrimunur at hava viðkomandi leiðsluroyndir og/ella leiðsluútbúgving. Umsøkjarin eigur at hava:
- góð leiðslu- og samstarvsevni
- vilja og evni at royna nýggjar leiðir skúlanum at frama
- góðan málsligan førleika á skrift og í talu
- førleikar at taka neyðugar avgerðir og er sinnaður at fara undir avbjóðingar
Lønar- og setanartreytir
Setanarøkið er Runavíkar kommunuskúli. Tann, ið settur verður, eigur at tola broytingar í starvinum. Starvið verður lønt í lønarflokki 35.1 sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag.
Starvið er sáttmálasett starv uttan so, at tann, sum settur verður, er í tænastumannastarvi frammanundan. Skylduga undirvísingartímatalið verður ásett eftir galdandi reglum.
Barnaváttan verður kravd í samband við setanina.
Umsókn við prógvi, CV og møguligum ummælum skal verða Duritu P. Joensen, skúlastjóra í hendi í seinasta lagi týsdagin 07. apríl 2026 kl. 12.00.
Umsóknin skal sendast á: durita.joensen@skulin.fo
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Duritu P. Joensen, skúlastjóra á tlf. 217331