Seinastu tíðindi
Tíðindabræv 11. september 2015
11. september 2015

Nú var fjórða forskúlavikan á Brúnni av, og vit í Niðristovu hava skrivað øllum foreldrum eitt bræv um, hvat vit hava gjørt higartil. Komandi fríggjadag fer Uppistova at skriva.

Sunnva hevur hoppað band, spælt, teknað og gingið á bandinum, sum er bundið millum súlurnar uttanfyri í skúlagarðinum.

Nógv børn hava sparkað fótbólt. Vit hava einaferð spælt tónleik. Villiam og Grímur spældu trummur. Ein, sum Martin kennir, eigur sovorðnar trummur. Vit hava skreitt í rutsjibananum, og vit hava gingið í einum rundum røri. Niðristova var í fimleikarhøllini mikudagin í hesari vikuni. Har spældu vit sjúkrapikk. Mann skuldi hjálpa onkrum á sjúkrahúsið, sum var ein reyð madrassa. So skuldi mann telja upp í fimm og klintra upp í rimarnar, so kundi mann renna aftur. Vit hava havt arbeiðsløtu, og vit hava gjørt kalendara hvønn morgun. Vit hava perlað, og vit hava stoytt salt í eitt ílat við vatni fyri at fáa eitt epli at flóta. Grímur hevur telvað og spælt við bilar – ikki so leingi. Vit hava gingið á stúltum. Vit hava hoyrt um Klintrimús, um Bjarta og skrímslið, um onkran, ið kukkaði á høvdið hjá moldvørpuni, eina søgu um ein mann við bara einum eyga, sum hevði tveir ravnar við sær, maðurin æt Sigmundur – hann hálaði svørðið úr steininum - og konan æt Hjørdis, barnið æt Sjúrður. Gentan græt uppiyvir kistuni leingi. Vit hava hoyrt søgnina um Risan og kellingina, um hundin við glitrandi hala, um Kópakonuna. Vit hava eisini hoyrt søguna um Pætur og úlvin. Har hoyrdu vit tónleikin eisini. Vit hoyrdu um abban, ið var sjórænari og um Bukkarnar Brúsi. Vit hava biðið faðirvár hvønn dag. Vit hava etið frukt. Vit hava lært nógvar sangir: Dunnuungin Pætur Jóhannes Mikal, Tangokettan, Kettan liggur í durunum deyð, Tá eg havi hug, Mær hóvar blómur, Mítt lítla, fitta lambamæ, Inni liggur tú líri, Vestan fyri Mykines, Tú skalt klappa, tá tú ert í góðum lag, og dansispølini Hey, goddag, hello, Guten tag, Høvd og akslar, baby og Høvd, akslar, knø og tær.

Kærar heilsanir,

Marta, Grímur, Jósup, Jóel, Sunnva, Bjarti, Martin, Villiam T, Markus K, Markus S, Petur, Laila, Brynja, Sverri, Villiam O, Villiam E, Ranvá, Tove og Kári