Seinastu tíðindi
Tíðindabræv 21. september (vika 38)
21. september 2015

Hesa vikuna eru tað børnini í Uppistovu, sum hava hjálpt til við at skriva eitt tíðindabræv. Vit hava spælt nógv. Vit hava havt fríkorter og sparkað fótbólt á vøllinum. Forskúlin hevur fingið 20 fótbóltsblusur, 10 svartar og 10 bláar. Nú kunnu vit ordiliga spæla dyst, og tað er so stuttligt.

Síðsta fríggjadag datt Diana í trappunum og fekk so ilt í fótin, at hon mátti á skaðastovuna.

Tíbetur var fóturin ikki brotin. Vit teknaðu vakrar Mandala rundingar at heingja í vindeygað, so at Diana skuldi blíva so glað. Diana bleiv ordiliga glað fyri pyntið í vindeyganum.

Mikudagin tóku vit myndir í fimleikahøllini.

Vit hava hoyrt søgnina og sæð myndir av Kópakonuni í Mikladali.

Hesa vikuna hava vit tosað nógv um happing. Omman hjá Lailu hevur givið øllum børnunum hvør sína húgvu, sum hon sjálv hevur bundið. Omman vil so fegin, at vit øll eru góð við hvønn annan og ikki happa. Hetta fara vit at royna at minnast væl til.

Vit hava eisini hoyrt eina søgu út frá kvæðinum Regin smiður.

Vit hava lært okkum at standa í kø áðrenn vit fara í bussin. Tey vaksnu halda, at vit duga nokkso væl nú.