Seinastu tíðindi
Tíðindabræv 25. september 2015
25. september 2015

Hesa vikuna er aftur nógv hent. Vit hava hoyrt søgu og fingið bomm uppi á bókasavninum í Glyvra skúla. Vit hoyrdu søgu um Herviliga Henry. Hann vann barnavalið; tað var tí, at hann gav okkum bomm. Pippi fekk næstflestar atkvøður, Lítla Skrímsl og Stóra Skrímsl fingu triðflestar atkvøður.

Vit gingu túr í gjár. Vit sóu tarvar, kálvar, veðrar, eina kanin, kettur, útiløgukattar, ljós, hønur, tríggjar hundar - ein æt Laika - likkur og krákur.

Vit hava fingið plastikkrevolvarar og hondjørn at spæla við. Mann kann ikki vera allastaðni við teimum, bara úti. Mann skal sjálvur leggja teir inn í kurvina, tá ið mann hevur spælt við teir.

Vit hava verið í lesikrókinum og lisið bøkur har. Har skal mann vera friðarligur.

Martin hevur víst okkum sína ukulele.

Vit hava teknað í Stuttligum tølum, og vit hava teknað bíløt og hongt tey upp á bróstið. Vit hava sparkað fótbólt.

Vit lósu í eini bók um eina brugdu, og sóu, hvussu long hon kann gerast. Hon kann gerast 15 metrar; líka long sum øll Niðristova! Vit sóu ein stuttan film um hana eisini. Hon hevði kjaftin opnan alla tíðina, og so fær hon fiskar at eta upp á tann mátan.

Vit hava lært eitt tekn til at fara á w.c. Mann rættir fingurin upp og pikkar við hinum fingrinum á nøsina.

Vit hava roynt rørsukursukurmolar, og vit sóu, hvussu mann ger sukur burtur úr rørsukri. Tað var úr einum heitum landi í Suðuramerika.

Vit rætta hondina upp, tá ið vit skulu siga okkurt ella velja ein sang. Vit hava lært ein nýggjan sang. Hann eitur Pulvurheksin Karmarina.

Vit hava spælt við grønt modellervoks. Tað var gjørt úr mjøli, salti, kókandi heitum vatni, olju og fruktliting. Brynja gjørdi til dømis eina Elsu, eina kavaflykru og Olaf, ið er ein kavamaður í filminum Frozen.

Vit hugdu eftir einum manni, ið býr og arbeiðir í rúmdini. Hann vísti, hvussu tey busta tenn, og hvussu mann drekkur vatn. Ein kona vísti, hvussu mann fer á w.c. í rúmdini. Mann sá eisini rúmdarklæði.

Bestu heilsanir,

Niðristova