Seinastu tíðindi
Tíðindabræv 2. oktober 2015
02. oktober 2015

Nú fara børnini í Uppistovu at fortelja, hvat tey hava gjørt hesa vikuna:

Vit hava spælt úti, og vit hava spælt inni. Vit hava teknað.

Emmalotta er komin aftur úr Spania. Hon hevði bomm við, sum hon hevði keypt á flogvøllinum. Øll børnini fingu 2 bomm í part frá Emmalottu.

Hesa vikuna hava vit havt fýra ymiskar verkstovur. Øll børnini hava skiftivís verið í øllum fýra verkstovunum. Børnini hava verið í fýra bólkum, blandaðir av børnum úr Uppistovu og Niðristovu.

Vit hava verið á bókasavninum. Har hoyrdu vit søgu og hugdu í bøkur. Mann skal vera músastillur í einum bókasavni.

Vit hava spælt nógv ymisk borðspøl. Vit hava telvað, lagt puslispøl, spælt ludo o.a.

Vit hava málað á pappír. Mann kundi mála tað, sum mann vildi.

Øll børnini hava perlað snurritoppar.

Vit hava verið úti í fríkorter, spælt "bind-loys", "hávurin kemur", hoppað band og sparkað fótbólt.

Vit hava verið í fimleikahøllini og spælt. Vit gingu á einum javnvágs-bana, hoppaðu trampolin, spældu "jørðin er eitrað", hoppaðu við hoppibólti, klatraðu í rimunum o.a. Tað var ordiliga stuttligt.

Vit hava sungið nógvar góðar sangir. Hesa vikuna hava vit lært ein nýggjan sang, tað er "Pulvurheksin Karmarina, etur sum ein grótmaskina". Vit hava hugt í telduni, hvat ein grótmaskina er, og hvat hon ger. Vit hava eisini spælt ymisk dansispøl.

Heilsan børnini í Uppistovu.