Seinastu tíðindi
Tíðindabræv 11. desember 2015
11. desember 2015

Nú er aftur fríggjadagur, og hesa vikuna skriva vit tíðindabrævið saman. Vit hava gjørt piparnøtir og siropskøkur í dag. Vætturin hevur givið okkum deiggj at gera køkurnar við. Kanska hevur hann stolið tað frá bakaranum í morgun, tí har vóru merki hjá bakaranum á. Vit hava lært ein nýggjan sang um at baka piparkøkur, og vit hava lært nøkur vers av sanginum “Eg eri jólamaðurin”. Vit hava teknað fleiri jólamyndir hesa vikuna. Týsdagin vóru foreldrini og nakrar ommur og nakrir abbar og vitjaðu í forskúlanum. Vit sungu fýra jólasangir fyri teimum, og vit sungu tveir sangir saman við teimum. Foreldrini fingu bollar, ost, súltutoy, kjøtpylsu, te, kaffi og siropskøkur. 1.a var og vitjaði okkum hósdagin. Vit sungu, dansaðu og spældu saman. Vit fingu eitt kasettuband í jólakalendaranum týsdagin. Vætturin prátaði við jólamannin á bandinum; um hvussu, hann sá út, og hvat hann ger nú uppundir jól. Ein dagin fingu vit eisini rumpusletur í jólakalendaranum. Vit vóru úti og leitaðu eftir teimum. Mánadagin og týsdagin í komandi viku fara vit til sjónleik í Løkshøll. Tað eru 7. flokkur og 3. flokkur, ið spæla jólasjónleik. Aftaná sjónleikirnar kemur bussurin eftir okkum uttanfyri Løkshøll kl. 11.30 og koyrir okkum til Rituvíkar. Kærar heilsanir, Børnini í Niðristovu og Uppistovu