Seinastu tíðindi
Sjónleikur og føstulávintshald
02. februar 2016

Fríggjadagin 5. februar kl. 10.00 er allur Glyvra skúli bókaður til sjónleikin Bugsy Malone, sum 9. og 10. flokkarnir seta upp í hesum døgum. Vit í forskúlanum fara eisini til sjónleikin. Vit fara við bussinum uml. kl. 9.45. Bussurin kemur eftir okkum aftur í skúlanum við Løkin kl. 11.30. Tey børn, ið ikki skulu til Rituvíkar, mugu avheintast í skúlanum við Løkin. Mánadagin 8. februar fara vit at hava føstulávintshald í Glyvra skúla. Vit fara m.a. at sláa tunnu og dansa føroyskan dans. Eisini hevði tað verið sera stuttligt, um vit øll vóru grýluklødd! Vinaliga Starvsfólkini á Brúnni :-)