Seinastu tíðindi
Tíðindabræv 12. februar 2016
12. februar 2016

Hesa vikuna eru tað børnini í Uppistovu, sum skriva tíðindabrævið. Síðsta fríggjadag vóru vit í Løkshøll og hugdu eftir sjónleikinum Bugsy Malone. Hann var ordiliga góður. Vit hava spælt nógv úti, fleiri dagar hava vit sledað. Vit hava málað og sligið tunnu. Villiam O. bleiv kattakongur. Villiam fekk eina kongakrúnu, og vit øll fingu twix og sunkist. Vit hava lært um fiskar og fuglar í Føroyum. Havtaska og toskur kunnu blíva líka long, heilt upp til 120 cm. og kalvi kann blíva mega stórur, heilt upp til 300 cm. Vit hava klipt og límað rundingar, trýkantar og fýrakantar. Slangan hjá okkum í Uppistovu er gjørt úr nógvum rundingum. Vit hava spælt tøl-spøl við terningi á talvuni. Tað var ordiliga stuttligt. Kappingin var ímillum dreingir og gentur, og dreingirnir vunnu. Í Uppistovu hava vit fingið eina nýggja skipan, har vit fáa eina stjørnu, hvørja ferð øll børnini møta inn til arbeiðsløtuna til tíðina. Tá ið vit hava samlað 10 stjørnur, sleppa vit at síggja ein teknifilm. Vit hava longu sæð teknifilm tvær ferðir. Jóhanna Maria fylti 7 ár 12. februar. Vit sungu 3 ymiskar føðingardagssangir fyri henni. Øll børnini í Uppistovu hava gjørt sær hvør sína "Klappi-bók". Bókin hevur 4 síður. Ein síða er til orð, sum hava eitt klapp ella stavilsi, ein síða er til 2 klapp, ein til 3 klapp, og ein síða er til orð, sum hava 4 klapp/stavilsi. Síðani hava børnini teknað myndir á síðurnar, alt eftir, hvussu nógv klapp ella stavilsi orðið hevur. Vit eru eisini byrjað at læra um forljóð. Hvar forljóð hevur SÓL? Forljóðið er "sssss". Síðani teknaðu børnini myndir av tingum, sum høvdu forljóðið "sssss". Myndir eru at síggja á myndasavninum, "Føstulávint o.a." Heilsan frá okkum í Uppistovu.