Seinastu tíðindi
Tíðindabræv 4. mars 2016
04. mars 2016

Hesa vikuna eru tað børnini í Niðristovu, ið skriva tíðindabrævið. Setningarnar hava vit skrivað við trækubbum. Vit brúka ein kubba fyri hvørt orð: Vit hava lært ein nýggjan tjaldurssang. Sangurin eitur “Okkara tjaldur,” og hann er heilt nýggjur. Sangurin snýr seg um tjøldrini, sum koma á Grækarismessu 12. mars. Vit hava eisini lært sangin “Sleðurokk” og “Tjaldur, ver vælkomið.” Vit hava verið til morgunsang uppi í hinari stovuni hjá hinum børnunum í skúlanum. Vit hava teknað og perlað hesa vikuna, og í dag hava vit sletað. Vit hava spælt djór. Vit hava verið til fimleik fyrradagin. Vit hava skift pláss. Tað er fyrstu ferð, at vit hava skift pláss. Sverri og Villiam E. hava spælt Lego saman. Vit hava lisið um Likkulinu og Likkudemus. Mánadagin í komandi viku fara vit niðan í Uppistovu. Har fara vit at vera í fimm dagar. Bestu heilsanir, Børnini í Niðristovu