Seinastu tíðindi
Tíðindabræv 1. apríl 2016
01. apríl 2016

Hesa vikuna eru tað børnini í Uppistovu, sum skriva tíðindabrævið. Tað var gott at koma aftur í forskúla aftaná páskafrítíðina. Øll børnini hava fortalt okkurt, sum tey hava gjørt, meðan tey hava havt frí. Onkur hevur verið og ferðast, fleiri hava rullað páskaregg, og onkur hevur sovið leingi. Hesa vikuna hava vit spælt lego, spælt við djór, spælt nógv úti og fleiri hava sparkað fótbólt. Vit hava gjørt viftur og brøv við pappíri. Vit hava bygt ymisk skap við súgvirørum og pípureinsarum, tað er so stuttligt. Vit hava eisini teknað mynstur, bæði við blýanti og við litum, tað er nokkso ringt. Mikudagin vóru vit í fimleikahøllini til SI-venjingar. Tað var ordiliga stuttligt. Í dag er 1. apríl, og vit hava lokkað hvønn annan apríl. Lis spurdi, um børnini høvdu sæð, at ein stór kúgv stóð uttanfyri og át gras. Tá ið øll børnini vóru farin upp í vindeygakarmin, segði Lis "APRÍÍÍL". Og so flentu vit øll. Restina av degnum lokkaðu vit øll hvønn annan apríl, tað var stuttligt. Vit hava eisini tosað um, at tað bara er 1. apríl á hvørjum ári, at tað er lov at lokka hvønn annan apríl. Í Málspølum hava vit tosað um forljóð, og í dag 1. apríl lumpaðu vit orðini, við at taka forljóðið burtur: kál bleiv til ál, bil bleiv til il, postur bleiv til ostur, skál bleiv til kál o.a.