Seinastu tíðindi
Tíðindabræv 22. mai 2017
22. mai 2017

Seinastu tíðina hevur veðrið verið sera gott, so vit hava verið ordiliga nógv úti og spælt. Ein dagin fóru vit øll niðan á vøllin at spæla eitt spæl, sum eitur "Fanga flaggið". Tað var ordiliga stuttligt.

Í "Leikur og Læra" arbeiða vit nú við forljóðum. Vit læra at hoyra, hvørji ljóð nøvn og orð byrja við. Í tí sambandi gjørdu vit ein dagin eitt eiturkoppanet. Hetta var ordiliga stuttligt og spennandi, ikki minst tí at spælið endaði við at eiturkoppurin leyp upp í netið og fangaði allar flugurnar :)

Sum ein part av persónligum førleikum, læra børnini at binda lissur. Tað er sera gott fyri sjálvskensluna at megna at binda lissur á sínum egnu skóm o.ø. 

Í rokniførleikum eru vit komin til at arbeiða við mongdum og við talinum 3. Vit spæla ymisk spøl, har børnini menna mongdarfatan og eisini tað at samstarva/at arbeiða saman. Børnini eru so røsk og arbeiðssom.

Vit gera nógv við at samansjóða barnabólkin, at læra tey at virða hvønn annan og vera góð við hvønn annan. Hetta gera vit við ymiskum spølum og uppgávum bæði inni og úti.