Seinastu tíðindi
Tíðindabræv 20.10.2017
20. oktober 2017

Nú hava vit longu gingið í forskúla í 9 vikur. Vit hava gjørt, lært og upplivað mangt og hvat. Allarbest av øllum, hava vit tað gott og stuttligt á Brúnni.

Í september var ein genta, sum eitur Malan, í starvslæru hjá okkum í 2 vikur. Malan gongur í 9. flokki í Eysturskúlanum. Hon var so fitt og vit vóru glað fyri, at hava hana her. Ein dagin hevði Malan gjørt eina spurnarkapping, sum hon hevði við børnumum í Uppistovu. Tað var ordiliga stuttligt og spennandi. 

Í heyst hava vit verið nógv úti og spælt. Vit hava eisini tosað eitt sindur um seyð, fjøllini og fletting. Stuttligt at síggja, hvussu áhugað børnini eru og at hoyra, hvussu nógv tey vita.

Hvørja viku eru vit í fimleikahøllini til SI-venjingar. Ígjøgnum sansirnar uppliva vit heimin. Vit síggja, hoyra, lukta, smakka, balansera, føla og vita, hvar vit eru í kontekstinum. Ígjøgnum sansirnar leggja vit til rættis, hvussu vit skulu bera okkum at. Heilt grundleggjandi. Tí er so týdningarmikið, at hava sansaskipanina væl stimuleraða og menta. Nøkur børn hava avbjóðingar á hesum økinum. Av tí at vit vita, hvussu gott tað er fyri øll at røra seg, styrkja sansaskipanina og vera við í hesum stuttligu venjingum, hava vit valt, at øll børnini skulu sleppa við. 

Í undanførleikunum til rokning hava vit lært um at bólka, at skilja sundur, at telja og so eru vit byrjað uppá mynstur. 

Innan tað føroyska hava vit lært um "at lurta", rím og ramsur og nú eru vit eisini byrjað at læra um, hvat eitt orð er í mun til ein setning.

Hesa vikuna eru vit byrjað uppá at læra at binda lissur. Øll børnini tekna sín egna skógv, sum verður lamineraður og gjørdur klárur, so at tey kunnu læra seg at binda lissur. Tað, at duga at binda sínar egnu lissur, er bæði stuttligt og mangan hent. Harafturat er tað við til at styrkja um sjálvhjálpni og sjálvsvirði hjá barninum. 

Uppistova.