Seinastu tíðindi
Tíðindabræv 6. november 2017
06. november 2017

Vit hava hugt eftir sjónleiki í einum lastbili. Sjónleikurin var um ein drong, sum æt Chapper, og eina ballón, sum dugdi at snakka. Hon búði í einari kistu. Hon var úr Føroyum og tosaði føroyskt, og Chapper og ballónin møttust í fongslinum hjá sjórænarunum, sum búðu úti í rúmdini. Ballónin æt Tipp. Chapper var farin út í rúmdina at leita eftir abba sínum, sum var deyður. Hann fann abban á einari gongustjørnu, har bara gomul fólk búðu. Tey høvdu tað gott. Sjónleikurin var góður, og hann æt "Rúmdarferðin hjá Chapper." 

Vit hava verið í høllini, og vit hava gjørt ein sjónleik. Vit hava skrivað leikin sjálvi. Hann er um ein kong, eina drotning, eina gentu, eina prinsessu, nógvar tænarar, vaktarmenn, dýr, eina leyvu og ein drong. Vit hava spælt leikin fyri Uppistovu. Vit hava málað tað, sum vit gjørdu í sjónleikinum, og málningarnir hanga inni í stovuni hjá okkum í Niðristovu. Tit eru vælkomin at koma at hyggja at myndunum.

Vit hava gjørt ein sang sjálvi. Hann hevur eingi orð enn, men er eitt tónleikastykki. Í lagnum eru violin, sello og cembalo. Slottið.mp3

Børnini í Uppistovu gjørdu myndir av søgnini um Orm bónda á Skála, og tey vístu okkum myndirnar, og Lis fortaldi søgnina. Lis býr á Skála. Húsini hjá Ormi brunnu niður, og tí eitur eitt stað á Brendaskála.

Tey gjørdu eisini trý graskarhøvd. Tey skóru innanúr teimum og skóru munn, nøs og eygu í høvdini. Hetta var Alla halganna dag ella Halloween, sum tey siga í Amerika.

Bókin um Klintrimús er liðug, og Hodja eisini. Nú lesa vit um Karius og Baktus. Vit hoyra eisini søguna um Trónd, Sigmund, Brestir, Beinir, Tór og víkingar.

Áðrenn heystfrítíðina høvdu vit Rennidag.

Bestu heilsanir,

Børnini í Niðristovu