Seinastu tíðindi
BUGSY MALONE
18. januar 2016

10. flokkarnir í Runavíkar og Tofta skúla venja sjónleikin Bugsy Malone, sum tey fara at framføra í Løkshøll í døgunum 29. januar til 5. februar.

Leikurin er frá filminum við sama navni, har børn spældu allar leiklutirnar. (Sjálvt um tað var ein ordiligur gangstarafilmur)

Søgan fer fram í 1920'unum, har tveir bandar stríðast móti hvørjum øðrum. Mitt í rokanum er Bugsy Malone - ein maður við stíli og miklum kvinnutokka.
Leikurin er væl egnaður bæði til børn og vaksin.

Allir næmingar skúlans sleppa at síggja leikin, eins og innbjóðing er farin út til aðrar skúlar.
Um kvøldarnar verða almennar sýningar, har øll hava møguleika at siggja leikin.