Seinastu tíðindi
Strok blaðið
26. august 2016

So er aftur tíð at tekna STROK-hald!

Fá feitasta blað í Føroyum.
Fyri bara 250 krónur fært tú átta bløð skúlaárið 2016/2017, og á jólum fært tú Jóla-STROK, sum er fult av jólahugna.

Stór HALDARAKAPPING

Um tú teknar teg fyri STROK áðrenn 15. september, sleppur tú harafturat at vera við í STÓRU haldarakappingini hjá STROK. Lutaseðilin fært tú saman við STROK 6.

Eins og í fjør verður gjørligt at tekna hald bæði við at gjalda við reiðum peningi til flokslæraran og við gjaldskorti á www.strok.fo

1. haldið kostar 250 krónur og tey eftirfylgjandi fyri systkin kosta 125 krónur.

Allir næmingar í 0. - 7. flokki fáa STROK 5, so tey kunnu kunna seg um blaðið og vónandi dáma tey tað so væl, at tey fara at tekna seg sum haldara.

Allir næmingar í 0.- 9. flokki í skúlanum fáa haldaraseðilin, um so er, at onkur í framhaldsdeildini eisini hevur hug at halda blaðið.

Strok tekningarskjal