Seinastu tíðindi
Tíðindabræv 23. apríl 2018
23. apríl 2018

Góðu tit øll :)

Vit hava hoyrt um eina teknikapping, har vit kundu tekna eina mynd av einum nyki. Tað er bókasavnið við Løkin, ið skipar fyri. Vit hoyrdu fyrst søgnina um nykin, og síðani teknaðu fleiri av okkum eina mynd av nykinum, ið royndi at lumpa fólk við sær. 

Vit bygdu eitt torn við klossum. Tað vóru 2-3 børn í hvørjum bólki. Vit skuldu arbeiða væl saman, og tey, sum bygdu hægsta tornið, vunnu. 

Ì fimleikahøllini hava vit spælt nógv stuttlig spøl.

Í morgin fer 3. flokkur at skipa fyri flaggdagshaldi, og í tí sambandi hava vit litað hvør sítt flagg.

Til morgunsamlingina fríggjadagin vístu Benjamin og Súsanna okkum eina roynd, har vit sóu, at egg flóta í saltvatni. Tað var spennandi.

Lýðar hevur verið í Danmark og Noreg og ferðast. Har hevði hann tikið fleiri myndir og vísti okkum øllum her í forskúlanum. Lýðar greiddi eisini frá tí, ið vit sóu á myndunum. Tað dámdi okkum væl.

Heilsan: Vit í Niðristovu :)

 

Forskúlin verður stongdur vegna frídagar, frá í morgin týsdagin 24. apríl og vit byrja aftur mánadagin 30. apríl.