Seinastu tíðindi
Tórhallur súkklar til París
22. juni 2018

Hvønn morgun hesar síðstu dagarnar, hava vit hoyrt eitt starvsfólk greitt frá um ein serligan túr tey hava verið ella fara at gera.

Í morgun greiddi ein av okkara lærarum, Tórhallur við Gil, hvat hann skal gera í komandi viku.

Tórhallur hevur í allan vetur vant fram í móti at skula súkkla við Team Rynkeby liðnum úr Føroym, allan teinin úr Klaksvík til París. Ein teinur sum kemur at taka eina góða viku at gjøgnum føra. 

Hesar dagar koma tey at súkkla ímillum 100 og 200 km um dagin, og eftir eina viku hava tey súkkla 1.300 km, sum er teinurin úr Hirtshals til París.

Tórhallur greiddi frá tí stóra arbeiðnum sum liggur í at venja fram í móti hesi ferðini.

Hann hevur síðan septembur, vænt bæði inni og úti á súkklu ella á spinning súkklu.

Endamálið við túrinum var upprunaliga at veita fíggjarligan stuðul til børn við krabbameini, men er í dag blivi til at tey stuðla børnum við álvarsligum sjúkum.

Tórhallur og liðfelagar hansara fara úr Føroyum hóskvøldið 28. juni og vera í París leygardagin 7. juli.

Vit ynskja Tórhalli og øllum hinum Rynkunum eina góða ferð og at tað má gangast teimum væl.