Seinastu tíðindi
Myndir frá fyrstu vikunum á Brúnni
31. august 2018

Nú, ið august mánaði er komin at enda, leggja vit nakrar myndir frá byrjanini á hesum forskúlaárinum út á heimasíðu okkara. M.a. eru myndir frá fyrsta forskúladegi, eini arbeiðsløtu í Uppistovu og bókasavnsvitjan og SI-venjingum hjá Niðristovu. Vit halda, at byrjanin hevur verið góð, og tað er stuttligt at koma at kenna hesi nýggju børnini. Vit fara framyvir at skriva tíðindabrøv, ið vit leggja á heimasíðuna við jøvnum millumbilum. Vit geva tykkum boð um tíðindabrøvini á Facebook so hvørt.

Gott vikuskifti og bestu heilsanir,

Starvsfólkini á Brúnni