Seinastu tíðindi
2.b hevur tikið eplir upp.
13. november 2020

Í dag fóru vit út í eplaveltuna at taka upp eplir, ið vit settu niður í mai mána.

Áðrenn vit fóru út at taka upp, tosaðu vit um, hvat mundi vera hent síðan mai. At eplið er vaksið til eina blómu, og at síðan hevur blóman samlað orku, sum plantan hevur gjørt nýggj eplir við. Niðanfyri sæst eitt lítið filmsklipp, sum vit eisini hugdu eftir.

Børnini vóru sera spent at síggja, hvussu nógv eplir mundu vera undir.

Ymiskt var, hvussu nógv var undir hvørjum flagi, og eisini var ymiskt, hvussu stór ella smá eplini vóru.

Børnini skiftust um at taka eplir undan, so øll vóru partur av at taka upp.

Nú hava vit lagt eplini at turka, og eina ferð seinni fara vit at gera ein fisk og chips dag :)

Myndir sum venda rættan veg síggjast her