Tíðindi
Kunning um skúlagongd
09.09.2024
Sum øllum kunnugt, hevur ein eldsbruni verið í Glyvra skúla í dag.
Vit kunnu fegnast um, at alt spældi væl av og bæði næmingar og starvsfólk vóru fyrimyndarlig.
Glyvra skúli hevur fingið nakað av skaða og roykur og støv eru farin um skúlan. Skúlin verður longu vaskaður, men vit vita ikki, hvussu leingi hetta kemur at taka.
Vit mugu tí hava øðrvísi skúlagongd komandi dagarnar.
Týsdagin 10. septembur møta næmingar í 0.-3.flokk í Bylgjuni kl. 9.00-11.40.
Frítíðarskúlin letur upp kl 11.40 og hevur opið sum vanligt.
Bussarnir koyra frá Skipanesi kl. 8.30 og Rituvík kl 8.15 (Æðuvík kl 8.25)
Flokslærararnir kunna um støðuna dag um dag.
Leiðslan
04.10.2024
Kunning til foreldur um Skúlastýrisvalið 12. novembur
19.09.2024
Hjálp vit hava lús!
10.09.2024
Vit byrja aftur í Glyvra skúla 11. septembur!
09.09.2024
Eingin komin til skaða
03.09.2024
Runavíkar kommunuskúli heitir á foreldur um at bíða við snildfonini
03.09.2024