Tíðindi

Vit byrja aftur í Glyvra skúla 11. septembur!

10.09.2024

Síðani eldsbrunan hava fólk verið og vaskað skúlan nærum út í eitt. Hetta fyri at gerandisdagurin hjá okkara næmingum kann koma í rætt lag, sum skjótast. 

Vit kunnu tí við hesum boða tykkum frá, at skúlagongdin í Glyvra skúla  byrjar aftur mikudagin 11. septembur. 

Luktur og støv er vekk, men tá 180 næmingar aftur koma at búleikast her aftur, so er møguleiki fyri meira støvi.

Tí hava vit sett nøkur fyrivarni.

- Vit vera í skúlastovunum ella úti í garðinum.

- Latið tykkum væl í, so tit kunnu vera úti í fríkorterinum, óansæð veður.

- Vit hava ongan morgunsang restina av vikuni.

Starvsfólk og leiðsla gleða okkum at síggja tykkum aftur í Glyvra skúla!

 

______

 

We can inform you that schooling in Glyvra Skúli will resume on Wednesday,  11. September.

Odors and dust are gone, but when 180 students return to live here again, there is a chance for more dust. Therefore, we have put in place some precautions.

- We will be in the classrooms or out in the yard.

- Dress warmly so you can be outside regardless of the weather.

- We don't have morning assembly for the rest of the week.

 

Staff and management look forward to seeing you back at Glyvra Skúla!

Fleiri Tíðindi

Vikuætlan yvirlit

Office 365

I-bøkur

Orðabøkur