Tíðindi

Grækarismessuhald í Glyvra skúla
Í dag hevur Grækarismessuhald verið í Glyvra skúla. Tað var 3a, sum stóð fyri haldinum.
Løtan byrjaði við sálminum "Givnir eru einglar góðir" og vit bóðu faðir vár saman. Síðani høvdu næmingar eina framløgu um Grækarismessu. Hetta dugdu tey sera væl.
Eftir framløguna sungu vit tríggjar sangir. "Tjaldið ver vælkomið", "Okkara tjaldur" og "Vár við lýggjum vindi".
Tað serliga er, at Lis Sørensen, sum arbeiðir í forskúlanum, hevur yrkt sangin "Okkara tjaldur" og Kári Sverrisson, sum eisini arbeiðir í forskúlanum, hevur gjørt lagið. Lis sigur, at hon saknaði ein lættan tjaldurssang, so hví ikki bara yrkja ein nýggjan?
Okkara Tjaldur
12. mars á Grækarismessu kemur okkara tjaldur.
Ja, vit kenna tjaldið væl, tí nýtist onki spjaldur.
Svart og hvítt við longum reyðum nevi longum beinum.
Syngur vakurt flýgur fagurt. Hvílir seg á steinum.
Tá løtan í gongini var av, so fóru vit øll oman á Glyvra beach - sandin - at vita um vit sóu nøkur tjøldur. Tíverri var einki at síggja, men harafturímóti fingu vit ein sera góðan túr.




