Tíðindi

Tíðindabræv 3. mars 2017

03.03.2017

Vit hava sligið tunnu á Glyvrum føstulávintsmánadag. Tað var stuttligt at sláa tunnu. Vit høvdu málað tunnuna frammanundan. Hon var fín. Elias gjørdist kattakongur, og vit fingu Sunkist og Caramel. Vit vóru í grýluklæðum. Vit dansaðu eisini føroyskan dans føstulávintsmánadag.

Vit hava klipt tunnur út, og vit hava límað fjaðrar, kettur og eina krúnu á tunnuna.

Vit hava eisini gjørt fýra bingjuskip. Vit kliptu og límaðu. Vit hava boygt eitt sindur av skipinum, og tað er úr einum slag av pappíri, sum eitur karton. 

Í løtuni hoyra vit søguna um Hodja úr Pjort. Vit hoyra hana, tí at 10. flokkur fer at gera sjónleik um søguna. Okkum dámar væl søguna. Hon er stuttlig og spennandi.

Vit hava spælt hockey og stikkbólt í fimleikarhøllini.

Hilda fylti 7 ár í gjár, og hon bjóðaði okkum muffin-køkur og bomm í einum bikari. Hon hevði perlað okkum ein bókstav í part, og vit fingu øll tann bókstavin, sum okkara navn byrjar við.

Nógv hava gingið grýla eitt ella tvey kvøld og hava fingið nógv bomm, slikkipinnar, tyggigummi o.a. Tað var stuttligt at ganga grýla.

Tey vaksnu í forskúlanum siga, at tað hevði verið gott, um grýlubommini liggja eftir heima frá nú av.

Bestu heilsanir,

Niðristova 

Fleiri Tíðindi

Vikuætlan yvirlit

Office 365

I-bøkur

Orðabøkur