Seinastu tíðindi
Tíðindabræv 6. juni 2017
06. juni 2017

Børnini í 5. flokki sungu og spældu fyri okkum í dag. Flokkurin eitur 5.a. Tey spældu sangirnar "Ró, ró, ró tín bát," "Ommur siga søgur," "Vov, vov," og "Kráka situr á brunni." Sára sang. Lea og Rósa Maria spældu klaver. Svend Davi, beiggi Sáru í Niðristovu, spældi maracas. Tórur, beiggi Bryndis, spældi eisini. Dávur, Jákup og Trygvi spældu gittar. Jóhannus spældi bass. Fleiri onnur børn spældu ljóðføri. Vit kundu syngja við.

Vit høvdu forskúladag mikudagin 24. mai fyri tveimum vikum síðani. Tað var ein góður dagur. Vit vóru í fimleikarhøllini. Øll ótu saman. Vit vóru uppi á og framførdu fyri hvørjum øðrum. Vit framførdu "Okkara tjaldur," "Lurta nú" og "Inni liggur tú líri."

Myndirnar hesa ferð eru frá forskúladegnum.

Nú hava vit eitt talv úti í skúlagarðinum. Vit málaðu tað, tá ið tað var garðdagur.

Í dag hevur Noomi føðingardag. Hon fyllir sjey ár. Til lukku, Noomi!

Bestu heilsanir,

Børnini í Niðristovu